Tann 8. oktobur 2011 fór eg fyrstu ferð til Olgu Hentze. Eg hevði tá havt trupulleikar við liðunum og búkinum í 2½ ár. Frá kommunulækna og giktalækna havi eg fingið heilivágsviðgerð, men hon hjálpti ikki uppá mínar trupulleikar. Tvørturímóti, so gjørdi heilivágurin bara støðuna enn verri.  Td. bleiv eg so trong av giktaheilivágnum, at eg ikki kundi liggja niðri og sova. Búkurin var uppblástur og virkaði ikki, sum hann skuldi. Eg hevði onga orku, og hvør dagur var ein fyritøka. Eg upplivdi, at viðgerðirnar ikki hjálptu, og vónin um, at eg fór at fáa tað betur, var ikki stór. Til fyrstu viðtaluna spurdi Olga meg nógvar spurningar og hon skannaði meg við sínum nýggja telduforriti. Eg eri sjálv sjúkrarøktarfrøðingur og eri von við vesturlendskar medisinskar viðgerðir og kanningarhættir. So eina tílíka skanning hevði eg sum so ikki álit á frammanundan. Men tað vísti seg at skanningin lýsti meg væl, bæði sálarliga og likamliga. Hon bleiv saman við Olgu’sa egnu niðurstøðum brúkt til eina viðgerðarætlan, sum eg havi fylgt. Viðgerðin, sum eg havi fingið frá Olgu er heilt øðrvísi enn tann viðgerðin eg havi fingið áður: umfatandi kostumlegging, nógvar læknaurtir og stimbran av blóðrensli við t.d. massagu og vakuumkoppum. Aftaná 1½ mánað byrjaði eg at merkja bata. Búkurin bleiv meira normalur, pínan í liðunum byrjaði at minka, og eg byrjaði at fáa orku aftur. Eg havi nú, 4 mánaðir eftir, fingið eitt nýtt lív. Eg eri lætnað 18 kg, havi nógva orku, og havi fingið meira vitan um mín kropp og um kost, sum eg ikki hevði áður. Vitan, sum kann hjálpa mær framyvir at loysa trupulleikar, sum kunnu stinga seg upp. Men fyrst og fremst fyribyrgja at eg fái trupulleikar aftur.  Eitt kinesiskt orðatak sigur: “tann góði læknin fyribyrgir”  Olga livur upp til orðatakið. Hon lekir ein, men tað kann hon ikki gera uttan teg – mást hava ein virknan leiklut, um tú ynskir at fremja nakra broyting. Súsanna H. Tausen

Den 8. oktober 2011 besøgte jeg Olga Hentze for første gang. Jeg havde haft problemer med mine led og maven i 2½ år. Fra kommunelægen og gigtlægen havde jeg fået medicinsk behandling, men det hjalp ikke på mine problemer. Tværtimod, så gjorde medicinen bare situationen værre. F.eks. fik jeg så meget åndebesvær af gigtmedicinen, at jeg ikke kunne ligge ned og sove. Min mave var oppustet og virkede ikke som den skulle. Jeg havde ingen energi, og hver dag var en kamp. Jeg oplevede at behandlingerne ikke var nogen hjælp og jeg havde ikke meget håb om bedring. Til den første samtale satte Olga mange spørgsmål og hun scannede mig med sit nye computerprogram. Jeg er selv sygeplejerske og er vant til vestlige medicinske behandlings- og undersøgelsesmetoder. Så sådan en skanning havde jeg ikke umiddelbart så meget tillid til. Men det viste sig at scanningen beskrev mig virkelig godt, både psykist og fysiskt. Sammen med Olgas egne konklusioner blev resultaterne brugt til en behandlingsplan, som jeg siden har fulgt. Den behandling jeg har fået hos Olga er helt anderledes end den behandling jeg har fået før: omfattende kostomlægning, mange lægeurter og stimulation af blodomløb ved f.eks. massage og vakuumkopper. Efter 1½ måned mærkede jeg en forbedring. Min mave blev mere normal, smerterne i mine led var færre, og jeg begyndte at få mere energi igen. Jeg har nu, 4 måneder efter, fået et nyt liv. Jeg har tabt mig 18 kg, har utrolig meget energi og har fået mere viden om min krop og om kost, som jeg ikke kendte til før. Viden som kan hjælpe mig fremover at løse problemer som kan opstå. Men først og fremmest forebygge at jeg får problemer igen. Et kinesisk ordsprog siger: ‘den gode læge forebygger’. Olga lever op til ordsproget. Hun læger en, men det gør hun ikke uden din hjælp – du er nødt til at have en aktiv rolle, hvis du ønsker nogen forandring. Súsanna H. Tausen.